Nr. 1819-113
Endamál: Endamálið er at dagføra ástøði hjá luttakarunum og menna fakligar hugsanir og virkismøguleikar til tess at kunna vegleiða starvsfelagar umframt at varðveita munadyggar og inkluderandi siðvenjur á skúlanum.
Innihald: Skeiðið gevur luttakarum dagførda vitan, sum kann vera grundarlag undir samrøðu og hugleiðingum um egnar virkisroyndir. Undirvísingin er knýtt at ástøði og evnum á AKT- og inklusiónsmodulunum. Luttakararnir verða bidnir um at hava dømi við úr gerandisdegnum og soleiðis seta sín dám á dagin.
Smáar verkætlanir verða framdar á egnum skúla millum fyrra og seinna skeiðsdag.
Skeiðssnið: Upplegg, hugleiðingar um undirvísingarbygnað, arbeiði við dømum umframt ?heimaarbeiði?.
Málbólkur: AKT-lærarar við AKT-útbúgving og royndum.
Fyrireiking: Luttakarar fáa tilfar at lesa í góðari tíð undan skeiðnum.
Undirvísing: René Kristensen, MSc, lektari og skeiðssamskipari.
Um René: kortlink.dk/t32p. Útgávur: kortlink.dk/he2q.
10. mai 2019 kl. 09.00-16.00