Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-49
Poddvarp í undirvísingini (avlýst)
Endamál: 
At geva lærarum íblástur og førleikar til at gera undirvísingargongdir, har poddvørp, sum næmingarnir skapa, eru týðandi partur av munnliga táttinum í lærugreinunum.

Innihald: 
  • Kunning um poddvarp sum miðil.
  • Ymisk sløg av poddvørpum og didaktiskir møguleikar.
  • Venjingar í at gera góðar uppgávur um ymisk sløg av poddvørpum.
  • Greining av poddvørpum.
  • Lurta eftir ymsum sløgum av poddvørpum, sum næmingar hava gjørt.
  • Næmingurin sum kreativur poddvarp-framleiðari.
  • Lærarin sum poddvarp-framleiðari (vend læring).
  • Dømi um undirvísingargongdir í at gera poddvørp.
  • Dømi um smáar venjingar í ljóð-framleiðslum.
  • Kunning um forrit til ljóð-framleiðslu.
  • Øll skulu gera sitt egna poddvarp.

Skeiðssnið: 
Upplegg, venjingar og orðaskifti. Tíð verður eisini til at gera egin smá poddvørp og vitanardeila um ráðlegging av undirvísingargongdum.

Málbólkur: Lærarar í hádeild fólkaskúlans og á miðnámi, serliga í mállærugreinum men eisini øðrum lærugreinum.

At hava við: Teldu við Audacity og smátalarar við mikrofon

Undirvísari: Mikkel Aslak Koudal Andersen, námsfrøðiligur ráðgevi í kt og miðlum

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. apr. 2021 kl. 09.00-15.00