Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-70
Skeið fyri próvhoyrarar í stigroynd
- Føroyskt sum annaðmál fyri vaksin
Endamál:
At kunna um og at vegleiða lærarum og próvhoyrarum í skipanina við stigroyndum í Føroyskt sum annaðmál . At styrkja førleikarnar sum próvhoyrari í at døma munnlig og skrivlig avrik til stigroynd í Føroyskt sum annaðmál .
Innihald:
Á skeiðnum læra vit at finna og brúka stigroyndirnar og greiða frá leiklutinum hjá próvhoyrara. Vit fara at brúka dømi frá skrivligum og munnligum stigroyndum, og fara í smærri bólkum at meta um hesar. Vit umrøða eisini leiklutin hjá próvhoyrarum og undirvísarum, og fara at menna samstarv ímillum skúlarnar, so øll kunnu læra av royndum og vitan hjá hvørjum øðrum.
Skeiðssnið:
Framløgur, prát og bólkauppgávur.
Málbólkur:
Próvhoyrarir til stigroynd í Føroyskum sum annaðmál fyri vaksin. Tó er skeiðið viðkomandi fyri fólkaskúlalærarar eisini, ið starvast í bæði fólkaskúlaskipanini og í kvøldskúlaskipanini.
Undirvísing/lærari:
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, Majken Gaard og Turid Thomsen
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
24. feb. 2022 kl. 09.00-15.00
24. feb. 2022 kl. 09.00-15.00