Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-13
Cooperative Learning í enskum
Endamál:
At menna málførleikan hjá næmingum í enskum við Cooperative Learning.
Innihald:
Luttakararnir fáa grundleggjandi fatan av Cooperative Learning, háttaløgum og amboðum, sum kunnu motivera og styrkja málundirvísingina í enskum. Arbeitt verður m.a. við spurningum sum:
- Hvussu fáa vit smædnar næmingar at tosa fremmandamálið?
- Hvussu kann Cooperative Learning menna orðfeingið?
- Hvussu kunnu vit lesa og arbeiða við tekstum við Cooperative Learning?
- Hvussu kann málfrøðiliga fatanin mennast við Cooperative Learning?
- Hvussu kann arbeiðast við skrivliga táttinum í Cooperative Learning?
- Hvussu brúkar ein Cooperative Learning, uttan at tað krevur hópin av eyka fyrireikingartíð?
Við Cooperative Learning nýtist ikki serligt undirvísingartilfar - tú brúkar bara tað øðrvísi, tú longu hevur.
Skeiðssnið:
Framløgur, bólkaarbeiði og kjak.
Málbólkur:
Fólkaskúlalærarar í enskum.
Undirvísing:
Jette Stenlev, Cand. Mag., og leiðari á Cooperative Learning DK.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. sep. 2022 - 23. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
22. sep. 2022 - 23. sep. 2022 kl. 09.00-15.00