Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-44
Tilgongd ella úrslit í myndlist
Endamál:
Endamálið við skeiðinum er at vísa lærarunum, hvussu undirvísing kann leggjast tilrættis við fokusi á sjálva tilgongdina, heldur enn á úrslitið. 
 
Innihald:
Á skeiðinum fara vit at arbeiða nógv við skitsuarbeiði. Tit fara at læra at gera skjótar skitsur, at eygleiða og at sleppa tí perfekta.
Vit koma at arbeiða við leiri á ein øðrvísi hátt, har endamálið er at endaskapa ein fjaldan lut.
 
Arbeiðshættir:
Skift verður ímillum fyrilestur og verkligt arbeiði, har tit fáa konkretar undirvísingargongdir, teknikkir og hugskot til egnar undirvísignargongdir. 
 
Málbólkur: 
Lærarar í handaligu lærugreinunum, men serliga myndlistalærarar í mið- og hádeild
                             
Skeiðshaldari:
Henny Dánialsdóttir, myndlistalærari og ráðgevi á Nám 
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
18. feb. 2025 - 19. feb. 2025 kl. 09.00-15.00