Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2122-68
Undirvísingartilfar og undirvísingargongdir á ymiskum førleikastigum í føroyskum sum annaðmál

Endamál:
Endamálið við skeiðnum er at geva íblástur til undirvísingargongdir á ymiskum undirvísingarstigum í føroyskum sum annaðmál við áherðslu á námsfrøði, undirvísingartilfar og førleikastig. 

Innihald:
Vit fara at kanna háttaløg, greina undirvísingartilfar og skipa, hvussu og hvørjum undirvísast kann í, alt eftir, hvørjum støði næmingurin er á, hvør tørvur er, og hvat endamálið er. Gamalt og nýtt undirvísingartilfar verður lagt fram, eins og kunnað verður um ymiskar undirvísingarhættir. Á skeiðnum verða eisini onnur íkast, sum hava til endamáls at fasilitera undirvísing í føroyskum sum annaðmál.  

 Skeiðssnið:
Á skeiðnum verða viðkomandi fyrilestrar um at undirvísa í føroyskum sum annaðmál - bæði fyri vaksnum og fyri børnum. Áherðsla verður løgd á bæði námsfrøði, undirvísingartilfar og førleikastig. 

Skeiðsluttakarar sleppa í bólkum at arbeiða við tilfarinum, at skipa fyri og meta um undirvísingargongdir. Námsætlan er sett í gildi fyri vaksin (sambært CEFR-leistinum), og kunngerð er orðað um undirvísing í føroyskum sum annaðmál í fólkaskúlanum. Hesi skjøl verða viðgjørd, so at førleiki lærarans at meta um samspælið millum endamál, innihald og førleikastig í undirvísingini verður mentur.

Málbólkur:
Undirvísarar í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin og í fólkaskúlanum.

Tilfar:
Tilfar verður útflýggjað á skeiðnum. Mælt verður til, at skeiðsluttakarar seta seg inn í námsætlan og kunngerð eins og í faldaran: "Tvímæltir næmingar í føroyska fólkaskúlanum" (
http://kortlink.dk/2d2np).

Fyriskipari: 
Uttanríkis- og mentamálaráðið og Nám

Skeiðshaldari:
Katrin E. L. Jacobsen (M.A. í undirvísing í donskum sum annaðmál og í føroyskum máli og norðurlendskum bókmentum.) 

Lektiónir: 15
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
19. okt. 2021 - 20. okt. 2021 kl. 08.15-16.00