Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-51
Mannarættindi
Í altjóða og føroyskum høpi
Endamál: 
At geva innlit í altjóða mannarættindi og veita ítøkilig amboð, sum kunnu brúkast í flokshølinum. Skeiðið viðger mannarættindi tvørfakliga í mun til religión, mentan og politikk. 

Innihald: 
Øll menniskju hava nøkur grundleggjandi rættindi, sum skulu virðast og verjast uttan mun til politiskar, mentanarligar og átrúnaðarligar kringumstøður. Hetta varð samtykt í 1948 við ST-yvirlýsingini um universell mannarættindi. Síðani eru stovnaðir altjóða mannarættindasáttmálar og -dómstólar at fremja hetta í verki. Torført hevur verið at semjast um summi grundleggjandi virði, og tí hava lond og heimspartar samtykt síni egnu mannarættindi. Hvat er ein "mannarættur" í roynd og veru? Hvaðani stava idealini um trúarfrælsi, talufrælsi og javnstøðu? Er gjørligt at seta í verk "universell" rættindi í einum multikulturellum og multireligiøsum heimi? Ella eru øll rættindi relativ í mun til tíð, stað og trúgv? Hesir spurningar elva til áhaldandi stríð bæði altjóða, innanhýsis í vesturheiminum og í Føroyum. Komið verður inn á tvístøður sum sekularisering/átrúnað, universalismu/relativismu, rættindi/skyldur, einstakling/samfelag. Skeiðið viðger upprunan til altjóða normar og áhaldandi politiska stríðið um, hvørji virði skulu mynda okkara samfeløg. 

Skeiðssnið: Fyrilestur, kjak, stakdømi, venjingar o.a. 

Málbólkur: Lærarar á miðnámi í lærugreinum sum samfelagsfrøði, søgu, heimspeki og religión. Eisini áhugavert fyri lærarar í hádeild í fólkaskúlanum. 

Undirvísing: Heini í Skorini, adjunktur í altjóða politikki, Ph.D
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
04. nov. 2020 - 05. nov. 2020 kl. 09.00-15.00