Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2122-20
Kannandi støddfrøði 2
Endamál:
At fáa íblástur til eina kannandi tilgongd til lærugreinina og harvið økja um forvitni og umhugsan í støddfrøðitimunum.

Innihald
Luttakarar fáa innlit í ástøði um kannandi tilgongd til lærugreinina og týdningin, sum kannandi støddfrøði hevur fyri læringina hjá næmingunum. Høvi verður eisini at royna ymisk hugskot í verki, so sum "Finn miðjuna", samanhangin millum ummál og vídd og "hvat nú"-uppgávur. Luttakarar læra at arbeiða við kannandi støddfrøðiundirvísing og at spyrja næmingarnar røttu spurningarnar, soleiðis at teir fáa eina betri støddfrøðifatan og meira skilvísa tilgongd til lærugreinina. 

Skeiðssnið
Framløgur, bólkaarbeiði og at royna hugskotini í verki.

Málbólkur
Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum, sum ætla fáa meira vitan um og brúka kannandi støddfrøði í undirvísingini. 

Undirvísing/lærari: 
Sólrun Koivuneva, lærari og stødfrøðisvegleiðari

Tilfar hjá luttakarum at hava við: Teldu við GeoGebra, WordMat ella Excel
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
15. mar. 2022 - 16. mar. 2022 kl. 09.00-15.00