Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2021-45
Hvussu stavast tað?
- At læra føroyska stavseting eftir mállæru.
Endamál: 
At ogna sær so mikið av grundleggjandi mállæru, at tað verður lættari at stava rætt.

Innihald: 
Tað er als ikki so torført at læra at stava, tá ið tú veitst, hví orð verða stavað soleiðis, sum tey verða. Her verður arbeitt við grundleggjandi mállæru, so sum stovni + endingum, orðaflokkum, samsvari í kyni, tali og falli, bendingarmynstrum, umljóði og avljóði. Eisini verður arbeitt við at læra betur at nýta tær teldutøku orðabøkurnar og heimasíðuna hjá Málráðnum. 

Lærarar í øllum lærugreinum eru samstundis føroysklærarar, tí føroyskt mál er amboð í øllum lærugreinum, eisini á skrift. Hjá lærarum, sum ikki undirvísa í lærugreinini føroyskum, kann tað vera ein avbjóðing at stava rætt. Hetta skeiðið er ætlað lærarum og námsfrøðingum, ið hava hug at læra seg betur at stava føroyskt. 

Skeiðssnið: Gjøgnumgongd av málsligum evnum. Arbeiði við smáum uppgávum einsæris ella í bólkum. Spurningar frá luttakarunum og samrøða. 

Málbólkur: Starvsfólk í skúlum og dagstovnum, sum kundu hugsað sær at dugað betur at stava. 

Førleikakrøv: At skilja føroyskt. Øll mállæra verður viðgjørd frá grundini, so forkunnleiki er einki krav. Arbeitt verður við teldutøkum tilfari, men tað ber til at prenta út, er tørvur á tí. 

Undirvísing/lærari: Elin Henriksen

Tilfar hjá luttakarum at hava við: Fartelda, nettelda ella teldil. Helst við Teams-appini, men tað er eingin treyt.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. feb. 2021 kl. 09.00-15.00