Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-48
"Escape Room" í støddfrøði
- Fá undirvísingina í troyttandi venjingaruppgávum meira spennandi.
Endamál:
At læra at arbeiða við ?Escape Room? í undirvísingini.
Innihald:
Undirvíst verður í trimum sløgum av "Escape Room": tí talgilda, tí fysiska og tí bæði talgilda og fysiska. Komið verður inn á ástøði um, hví "Escape Room" riggar væl í undirvísingini, og víst verður á dømi frá undirvísingini, sum hóska væl til "Escape Room".
Luttakararnir sleppa at royna øll trý sløgini og at gera sítt egna "Escape Room", sum er tillagað egnari undirvísing.
Skeiðssnið:
Upplegg um ástøði, bólkaarbeiði og at royna hugskot í verki.
Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í miðdeild og hádeild
Undirvísing/lærari:
Sólrun Koivuneva, lærari og støddfrøðisvegleiðari
Tilfar hjá luttakarum at hava við:
Teldu við GeoGebra, WordMat ella Excel, Google Analyse og Notesbog
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
14. feb. 2022 kl. 09.00-15.00
14. feb. 2022 kl. 09.00-15.00
15. feb. 2022 kl. 09.00-15.00