Nr. 2021-23
Endamál:
At geva lærarum innlit í umstøður hjá jødum og listafólki undir krígnum, og hvussu hetta kann brúkast í undirvísingini við franska filminum Le dernier métro (François Truffaut 1980), har eitt leikhús er karmur.
Innihald:
Mótstøðufilmurin hjá Truffaut viðger týsku hersetingina í Paris og Fraklandi, og lýsir tronga lívið hjá jødum og listafóki. Við holocaust sum baktjaldi verða evni sum sensurur, pressa og forfylging tikin fram í filminum, sum við greiðum filmsmáli er væl egnaður í undirvísing.
Skeiðssnið: Skeiðið er ein samanseting av fyrilestri, dømum um undirvísingargongdir, arbeiði við brotum av filmsritinum og praktiskum uppgávum.
Málbólkur: Skeiðið er ætlað miðnámslærarum og er ein fyrireiking til Holocaustdagin.
Lærugrein: Franskt, føroysk, søga og aðrar lærugreinir, sum fevna um filmslist og Holocaust.
Undirvísing/lærari: Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari.