Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1920-037
Byrjanarforritan við micro:bit
Endamál: At læra vera skapandi við at forrita vit smátelduni micro:bit.

Innihald: Luttakarar fáa grundleggjandi førleikar at forrita micro:bit - forritanin fer fram á einum fríum netbornum palli. Innihaldið leggur upp til, at lærarar í undirvísingini læra næmingar at verða talgildir skaparar og harvið veita innlit í, hvussu tøknin virkar, og hvussu hon kann stýrast. Vit arbeiða við at gera ymiskt smá spøl o.a í smátelduni og fara eisini at royna at seta ymiskt til hana, sum gevur enn fleiri møguleikar (t.d. arbeiða við ringrás, ljósi o.ø.). 

Skeiðssnið:  Skeiðið inniheldur bæði fyrilestrar, einsæris arbeiði og bólkaarbeiði. Málið er eisini at fáa eitt felags prát í lag, har tosað verður um ítøkilig dømi um, hvussu smáteldan kann nýtast í ymiskum lærugreinum. 

Málbólkur: Tað er møguligt at læna ein micrbit til skeiðið, men ynskiligt er, at lærarin hevur atgongd til hesa smáteldu saman við næmingunum í gerandisdegnum. Av tí at smáteldan verður latin 4. floksnæmingum (5. 0g 6. flokkur fáa eisini atgongd til hana), er skeiðið ætlað lærarum í miðdeild. 

Undirvísing/lærari: Tóri Slættalíð, kt-ráðgevi í Námi 

Luttakarar skulu helst hava egna teldu við
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
16. sep. 2019 kl. 09.00-15.00