Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-06
Spæliliðið í tykkara skúla - norður
Endamál:
At geva næmingum í 6. og/ella 7. flokki ábyrgd og læra at spæla saman við yngru næmingunum í fríkorterunum.
Innihald:
Endamálið við spæliliðinum verður lýst, og luttakararnir fara at spæla ymisk kend og ókend spøl. Víst verður eisini á, hvussu spæliliðini kunnu koma í gongd á skúlunum. Skeiðið er skipað í tøttum samstarvi við AKT-felagið og SSP.
Málbólkur:
Skúlar í norðrara parti av landinum. Akkersfólk og næmingar úr 6. og/ella 7. floksstigi úr hvørjum skúla.
- Skúlar við færri enn 200 næmingum kunnu hava 2-5 næmingar við.
- Skúlar við 200-400 næmingum kunnu hava 5-8 næmingar við.
- Skúlar við fleiri enn 400 næmingum kunnu hava 8-12 næmingar við.
Førleikakrøv:
Áhugi at skapa trivnað við rørsluspølum.
Viðmerkingar:
Akkersfólkið er fylgjari hjá næmingunum, og tískil telur spæliliðsskeiðið ikki sum skeið fyri akkersfólkið.
Øll skulu hava ítróttaklæði og ítróttaskógvar til innandura leik við á skeiðið. Ferðaútreiðslur til lærarar og næmingar verða endurgoldnar eftir galdandi reglum. Nám bjóðar ábit sum á vanligum skeiðum.
Annað:
Kunnið tykkum meira um spælilið á legepatruljen.dk
Undirvísing:
Sigrid av Reyni Thomassen og Miriam Nolsøe Johannesen, lærarar.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Bylgjan, Runavík
08. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
08. sep. 2022 kl. 09.00-15.00