Nr. 1819-103
Endamál: At geva luttakararunum innlit í tilarið og læra teir at nýta tað í verki.
Innihald: Arbeitt verður við Eftirmetingartilfar til fyrstu lesi- og stavimenningina, sum er ein røð av testum til 1. og 2. flokk at kanna bókstavakunnleika og lesi- og staviførleika. Eftirmetingartilfarið er ætlað at vera eitt amboð hjá læraranum, ein hjálp at leggja eina hóskandi undirvísing til rættis fyri allar næmingar. Kanningarnar staðfesta sostatt ikki bara eitt úrslit, men seta eisini gongd á og mynda undirvísingina frameftir.
Vantandi lesiførleikar kunnu hava stórar avleiðingar fyri eitt barn bæði viðvíkjandi sjálvsáliti og motivatión til at læra, og tí er tað av størsta týdningi, at vit í fyrstu lesi- og staviinnlæringini arbeiða fyribyrgjandi. Við kanningartilfarinum kunnu vit fylgja teimum næmingum, sum eru afturúr í flokkinum, og seta inn, um tørvur er á eykaundirvísing.
Skeiðssnið: Framløgur, kjak og verkligt arbeiði.
Málbólkur: Serlærarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar og lærarar, sum undirvísa í byrjanarlesing og -staving.
Undirvísing: Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, diplomútbúgving í sernámsfrøði, orðblindaútbúgving og masterútbúgving í lesi- og skrivididaktikki.
13. feb. 2019 kl. 09.00-15.00