Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-47
Jarðfrøði og landslag í norðrara parti av Eysturoy
- Fyrilestur og útferð
Endamál:
At læra um jarðfrøðiligu søguna og landslagið í Føroyum og vitja støð í norðara parti av Eysturoynni, sum lýsa evnið.
Innihald:
Skeiðið byrjar við fyrilestri, sum lýsir føroysku jarðfrøðiligu søguna sum heild. Síðan heldur skeiðið fram við at vitja støð á Oyrarbakka, við Norðskála, á Eiði og við Gjógv, sum ítøkiliga siga frá tíðum við skiftandi eldgosum, frá ístíðum til nútíðina.
Skeiðsleistur:
Fyrilestur, útferð og smáar uppgávur at loysa.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í føroysku náttúruni í fólkaskúla og á miðnámi.
Fyrireiking:
Luttakarar skulu lesa tilfar, ið verður sent luttakarum áðrenn skeiðið. Havið heit og regntøtt klæði við eins og góðar skógvar/stivlar til útferðina.
Undirvísing:
Barbara á Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, og Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi.
Stað/tíð:
Vit byrja á Skúlanum við Streymin á Oyrarbakka, 2. mai 2023.
kl 09:00 fyrilestur
kl 10:00 - 15:00 útferð við bussi
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám
02. mai 2023 kl. 09.00-15.00
02. mai 2023 kl. 09.00-15.00