Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-31
Pappírsklipp og sagnir
Frá hugskoti til liðugt úrslit - skapandi háttalag í myndlist
Endamál:
At luttakararnir fáa høvi at fordjúpa seg í læritilgongdini Frá hugskoti til liðugt úrslit. At læra grundleggjandi ástøði um kompositiónir og ítøkiligar arbeiðshættir við pappírsklippum. Endamálið er sostatt at geva luttakarinum eitt amboð, ið teir kunnu taka við sær og brúka.
Innihald:
Luttakararnir royna ymiskar arbeiðshættir í myndlist og fáa ítøkiligar undirvísingargongdir, ið lættliga kunnu nýtast tvørgreinaliga saman við eitt nú føroyskum og søgu. Arbeitt verður m.a. við:
- Kvæðum og sagnum
- Skitsuarbeiði
- Trælitum og/ella oljukritum
- Kompositiónum, litsamansetingum, heitum og køldum litum
- Saksi og knívi
Skeiðssnið:
Framløgur, ítøkiligt arbeiði og kjak.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í myndlist, og lærarar, ið vilja arbeiða skapandi í t.d. søgu og føroyskum.
Fyrireiking:
Finnið eina søgn ella eitt kvæði at arbeiða við, sum tit hava við á skeiðið.
Undirvísing:
Henny Dánialsdóttir, ráðgevi í Námi.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
01. nov. 2022 - 02. nov. 2022 kl. 09.00-15.00
01. nov. 2022 - 02. nov. 2022 kl. 09.00-15.00