Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-35
"UgeskemaRevolutionen" - skúlaleiðslur
Endamál:
At geva skúlaleiðslum førleika at leggja eina námsfrøðiliga ætlan, sum tryggjar, at næmingatillaging og inklusjón eydnast.
Innihald:
"UgeskemaRevolutionen" er bæði ein undirvísingarháttur og eitt ráðleggingaramboð, sum ger tað lætt at møta størstu avbjóðingunum munadygt. Undirvísingarhátturin hevur støði í viðurkendari ástøðiligari vitan og gransking, men er mentur í skúlanum - og riggar harvið væl í verki.
Tað kann verða trupult hjá skúlaleiðslunum at fáa raðfest arbeiðið við næmingatillaging og inklusjón. Men eydnast hetta, verður arbeiðsorka tøk til at arbeiða proaktivt heldur enn reaktivt. Á skeiðnum fært tú:
- íblástur til at skipa kjarnuuppgávuna av nýggjum
- samanhang millum námsfrøði, leiðslu og fígging
- amboð at arbeiða við "UgeskemaRevolutionen" á leiðslu- og skipanarstigi
- sparring, supervisjón og svar upp á spurningarnar
- førleikar at taka gevandi námsfrøðiligar avgerðir.
Á skeiðnum arbeiðir tú við støði í egnum leiðsluarbeiði, soleiðis at farið verður frá ástøði til ítøkiliga verkseting.
Málbólkur:
Skúlaleiðslur
Fyrireiking:
Luttakarar skulu kunna seg um tilfar á heimasíðuni www.UgeskemaRevolutionen.dk
Undirvísing:
Karina Winther lærari, AKT-lærari, rithøvundur og íbirtari av UgeskemaRevolutionen.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
29. nov. 2021 kl. 09.00-15.00
29. nov. 2021 kl. 09.00-15.00
30. nov. 2021 kl. 09.00-15.00