Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-27
Seksualundirvísing
- kroppur, búning og heilsa
Endamál:
At fáa innlit í seksualitetin hjá børnum og ungum, og at seksualundirvísing kann vera við til at fyribyrgja og tryggja, at børn og ung taka sunnar og góðar avgerðir.
Innihald:
- 0. - 3. flokkur: Um kroppin, ymisk kroppsheiti, samleikafatan, kyn og mørk.
- 4. - 7. flokkur: Um útvikling av kroppinum, frá gitnaði til kynsbúning og til at blíva vaksin. Ymisleikin av kynsamleika. At eiga sín kropp.
- 8. - 10. flokk: Hvat er sunnur seksualitetur? Kenslur og debut. At kenna og virða sín kropp. Fyribyrging og fosturtøka. Etikkur, relatiónir, ungdómsmentan og kropsmentan. Sambandið millum kærleika og seksualitet.
Framhald:
Eftir skeiðið er møguligt at gera víðari avtalu millum skúla og skeiðshaldara um ráðgeving og undirvísing til eina undirvísingargongd ella eina ávísa verkætlan. Nám stuðlar hesum á ávísan mun.
Skeiðssnið:
Fyrilestrar og bólkaarbeiði.
Málbólkur:
Lærarar og námsfrøðingar
Fyrireiking:
Nakað av tilfari verður útflýggjað 14 dagar áðrenn skeiðið.
Undirvísing/lærari:
Vivian Sjóðklett, kynslívsfrøðingur og námsfrøðingur.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
25. nov. 2021 kl. 09.00-15.00
25. nov. 2021 kl. 09.00-15.00