Nr. 2627-34
Kreativ og filosofisk amboð til trivnað og inklusión.
Endamál: At geva lærarum ítøkilig amboð til at styrkja trivnað, samrøðu og inklusjón í flokkinum.
Innihald:
Skeiðið gevur eina praktiska innføring í, hvussu lærarar kunnu arbeiða við kreativum og filosofiskum arbeiðsháttum í undirvísingini. Luttakararnir royna sjálvir at brúka filosofisk tvístøðukort til at seta samrøður í gongd og styrkja refleksjón, raðfestingarlinju sum kropsligt og visuelt amboð til at vísa ymiskar meiningar, og tekning sum ein hátt at geva næmingum eina alternativa rødd. Dentur verður lagdur á, hvussu hesir hættir kunnu skapa tryggleika, luttøku og inklusión í flokkinum, og hvussu lærarar kunnu seta teir í verk í síni egnu undirvísing.
Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúlanum.
Skeiðshaldarar:
Henny Dánialsdóttir og Andriása Dam Joensen, ráðgevar.