Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-14
Kom og les
Innleiðsla í føroyska tilfarið Kom og les
Endamál:
At geva lærarum innlit í føroyska tilfarið og íblástur til at venja og styrkja lesingina hjá næmingunum í grund- og miðdeild.
Innihald:
- Hvat er flótandi lesing?
- Hættir at venja endurtikna staving, sum knýta lesing og staving saman.
- Endurtikin lesing og Orð um minuttin.
- Mennandi frílesing.
Skeiðssnið:
Framløgur og orðaskifti.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í grund- og miðdeild. Lærarar, sum undirvísa í donskum í miðdeild kunnu eisini luttaka.
Undirvísing:
Pálin Olsen og Annika Høj, lærarar.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
26. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
26. sep. 2022 kl. 09.00-15.00