












Endamál:
At geva støddfrøðilærarum betri førleikar at nýta telduforritið GeoGebra.
Innihald:
Skeiðið vendir sær til allar lærarar, sum undirvísa í støddfrøði; bæði til teirra, sum ongan forkunnleika hava til GeoGebra, og til teirra, sum eru von at nýta forritið. Byrjað verður við eini felags innleiðslu um, hvat GeoGebra kann leggja aftur at undirvísingini, og har luttakararnir royna tey mest grundleggjandi amboðini. Síðan kunnu luttakararnir velja millum tveir bólkar. Annar bólkurin fær meiri venjing í at nýta amboð, sum verða brúkt í geometri í miðdeildini, og hin heldur fram við amboðum, sum verða nýtt í hádeildini. Arbeitt verður við uppgávum úr útgávuheildunum Rokning og Støddfrøði.
Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum
Fyrireiking:
Teldu við forritinum GeoGebra.
Undirvísing:
Ingi Heinesen Højsted, Heini Nygaard og Elin Henriksen
27. sep. 2022 kl. 09.00-15.00