Nr. 2627-15
Endamál:Lærugreinadagurin hevur til endamáls at styrkja føroyskt í innskúlingini og geva lærarum íblástur til undirvísingina. Eisini fáa lærarar høvi at hitta starvsfelagar úr øllum landinum og skifta orð um avbjóðingar í føroyskum í innskúlingini.
Innihald:
Lærugreinadagurin gevur møguleika fyri fakligum práti og kjaki um evni, sum hoyra lærugreinini til.
Á degnum verður m.a.:
- Kunnað um ymisk undirvísingartilfar til innskúlingina.
- Sára Mrdalo greiðir frá, hvussu hon ger og brúkar næmingatilfar.
- Kjak og vitanardeiling um undirvísingartilfar og námsætlan.
Málbólkur:
Lærarar í føroyskum í 1. og 2. flokki
Samskipari:
Sára Mrdalo, lærari
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í grunddeild.