Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-17
Sansaligur og mentanarligur grafikkur
Endamál:
At geva lærarum kunnleika og vitan um sansaligan og mentanarligan grafikk.
Innihald:
Greitt verður frá anatomi í andliti og kroppi og søgu um myndaestetikk úr ymiskum heimspørtum og tíðarskeiðum. Arbeitt verður við greiðum, einføldum og grundleggjandi grafiskum teknivenjingum, og hvussu ein í myndini kann skapa eina frágreiðing ella boðskap. Luttakararnir royna ymiskar grafikktekknikkir við ymiskari útgerð, svertu og tilfari og fáa kunnleika og royndir, sum tey kunnu brúka í undirvísingini. Eisini verður víst, hvussu grafikkur kann nýtast tvørfakligt. Ítøkilig dømi, hugskot og gransking um list og mentan sum heilsufremjan verða løgd fram, og skeiðsluttakararnir fáa høvi at arbeiða eksperimenterandi við leiðbeining frá skeiðshaldara.
Skeiðssnið: Verkstovan er samansett av smærri framløgum, sjálvstøðugum arbeiði og uppgávum.
Amboð og tilfar, sum vit brúka í arbeiðinum, stendur klár frá byrjan t.e. plátur, amboð, svertur í fleiri litum, avmarka hágóðsku prentørk og óavmarkað royndarprentpappír. Tilfarið, sum verður nýtt á skeiðnum, er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
* Skeiði stendur væl í sær sjálvum, men er seinni partur av 2 daga skeiði.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í handverki og list.
Undirvísing/lærari: Edith Mørkøre og Pernille Mejslov
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Skúlin við Løgmannabreyt
29. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
29. sep. 2022 kl. 09.00-15.00