Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-08
Hvussu samantvinna vit praksis og ástøði í ítróttarundirvísingini?
Ítróttur á C-stigi
Endamál:
Innleiðsla í at undirvísa miðnámsnæmingum ástøðiliga og praktiskt við nýggjum talgildum føroyskum ítróttartilfari.
Innihald:
Skeiðið er býtt í ein praktiskan part og ein ástøðiligan. Praktiski parturin verður fyrrapart. Her verður undirvísing í upphiting við tónleiki og undirvísing í at gera royndir/testa.
Ástøðiligi parturin verður seinnapartin. Her verður nýggja ítróttarbókin løgd fram við dømum um, hvussu hon kann brúkast í undirvísingini, og hvussu vit við hesum tilfarinum kunnu samantvinna teori og praksis í ítróttartímunum.
Praktiski parturin verður í fimleikahøllini á Glasi kl. 9-12.
Ástøðiligi parturin verður í Námi kl. 13-15.
Skeiðssnið:
Fyrrapartin er tað praktiskur ítróttur og seinnapartin framløga og bólkaarbeiði.
Málbólkur:
Ítróttarlærarar á miðnámi og á Ítróttaháskúlanum
Undirvísing/lærari:
Turið Petursdóttir, Eyðstein Simonsen og Margreta Knudsen, ítróttarlærarar.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Glasir
13. sep. 2021 kl. 09.00-15.00
13. sep. 2021 kl. 09.00-15.00