Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-47
Vitlíki í undirvísingarhøpi
Endamál:
Endamálið við skeiðnum er fyrst at fáa eitt grundleggjandi innlit í, hvat vitlíki er og at fáa eitt yvirlit yvir ymisk vitlíkisforrit. Síðani verður hugt nærri at møguleikum og avbjóðingum við vitlíki í undirvísingarhøpi.
 
Innihald:  
Grundleggjandi innlit í vitlíki
Hvørji eru tey mest nýttu vitlíkisforritini, og hvussu fæst atgongd til hesi?
Møguleikar og avbjóðingar við vitlíki í undirvísingarhøpi
Ítøkiligar uppgávur, har vitlíki verður nýtt í undirvísingarhøpi
Luttakarar royna sjálvir og gera sær niðurstøður um, hvussu tey kunnu brúka vitlíki í sínum arbeiði
 
Skeiðssnið:  
Fyrilestur, arbeiðið í bólkum og einsæris við teldu.
 
Málbólkur:  
Øll, sum hava áhuga fyri undirvísing
 
Fyrireiking:  
Neyðugt er at hava teldu við til skeiðið.
 
Undirvísari:
Tóri Slættalíð
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
01. okt. 2024 kl. 09.00-15.00