Nr. 2526-27
Endamál:
At verkseta námsætlanina í kravda undirvísingarevninum heilsukunnleiki og seksualupplýsing í fólkaskúlanum.
Innhald:
Kunning og orðaskifti um námsætlanina og tilhoyrandi leiðbeining. Eisini verða upplegg og hugskot til undirvísingina í heilsukunnleika og seksulaupplýsing.
Arbeiðshættir:
Framløgur, bólkaarbeiði og orðaskifti.
Fyrireiking:
Luttakarar skulu hava lisið støðisnámsætlanina, námsætlanina og leiðbeiningina til heilsukunnleika og seksulupplýsing.
Tilfarið liggur á heimasíðuni namsaetlanir.fo
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í heilsukunnleika og seksulupplýsing, og lærarar sum undirvísa í t.d. heimstaðarlæru, lívfrøði, náttúru og tøkni, ítrótti, samfelagsfrøði. Flokslærarar og aðrir lærarar eru eisini vælkomnir.
Skeiðshaldarar:
Bjørg Clementsen, Miriam Nolsøe Johannesen og Emmy Joensen.
Skúlaskeið:
Til ber eisini at fáa skeiðið hildið úti á skúlunum við at venda sær til Nám.