Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-46
Lesistykki í støddfrøði
- Hvussu menna vit førleikarnar at tulka og loysa lesistykki?
Endamál:
At geva lærarum íblástur til at fáa næmingarnar meira tilvitaðar um, hvussu vit lesa, tulka og rokna lesistykki.
Innihald:
Luttakararnir fáa íblástur til at arbeiða við lesistykkjum á ymsum floksstigum. Dentur verður lagdur á munin á gerandismáli og støddfrøðiorðum. Arbeitt verður við, hvussu vit hjálpa næmingunum at gjøgnumskoða, hvat spurt verður um, og hvussu tey skulu fara í gongd við uppgávuna. Hugt verður at ymsum rokniháttum, og hvussu vit hjálpa næmingunum at skilja ímillum teir.
Á skeiðnum skulu luttakararnir m.a. gera plakatir, arbeiða við kreativum mátum at lesa lesistykki og arbeiða við roknisøgum.
Skeiðssnið:
Framløgur, bólkaarbeiði og at royna hugskotini í verki.
Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum
Undirvísing/lærari:
Sólrun Koivuneva, lærari og støddfrøðisvegleiðari
Tilfar hjá luttakarum at hava við: Teldu við GeoGebra, WordMat ella Excel
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
07. feb. 2022 kl. 09.00-15.00
07. feb. 2022 kl. 09.00-15.00
08. feb. 2022 kl. 09.00-15.00