Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-16
Føroysk samfelagsfrøði
Grundbók við støði í námsætlan fyri samfelagsfrøði C
Endamál:
At geva lærarum hugskot til at brúka sBókina í undirvísingini. At lýsa hvussu sBókin er knýtt at námsætlanini og undirvísingarligu siðvenjuni. At lýsa og viðgera fakdidaktisku kósina hjá samfelagsfrøði á miðnámi.
Innihald:
Fjølbroyttu undirvísingarligu møguleikarnir við nýggju sBókini Føroysk samfelagsfrøði verða viðgjørdir við uppleggum, dømum, kjaki og venjingum. Umframt at næmingarnir kunnu læra samfelagsfrøði við støði í sínum egna samfelagi og á egnum máli, byggir sBókin á innihaldsligu og førleikaligu krøvini í námsætlanini fyri samfelagsfrøði C og leggur upp til fjølbroytta undirvísing, har skiftast kann millum frágreiðandi tekst, dømi, myndir, ritmyndir, talvur, uppgávur og hugtaksvenjingar. Móti endanum av skeiðnum verður kjakast um, hvussu lærugreinin samfelagsfrøði C kann mennast didaktiskt og innihaldsliga ? m.a. við atliti at kt.
Skeiðssnið:
Upplegg, dømi, kjak, venjingar v.m.
Málbólkur:
Samfelagsfrøðilærarar á miðnámi.
Fyrireiking:
Luttakarar kunna seg um sBókina áðrenn skeiðið og tryggja sær, at hald, Systime-vangi, loyniorð o.a. rigga, sum tey skulu, áðrenn skeiðið. Hald skal keypast gjøgnum skúlan.
Undirvísing: Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
24. sep. 2021 kl. 08.00-12.00
24. sep. 2021 kl. 08.00-12.00