Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-17
Finka
- føroyskt til 2. flokk
Endamál:  
At geva lærarum, sum undirvísa í føroyskum í innskúlingini, innlit í undirvísingartilfar í føroyskum til 2. flokk.

Innihald:  
Lærarar fáa við tilfarinum amboð at byggja víðari á fyrstu lesingina hjá næmingunum. Tilfarið byggir á nýggjari gransking og vitan um, hvat gevur úrslit lesing viðvíkjandi:
  • Tað hevur týdning at undirvísa í bæði orðaavkoding og málfatan eisini í innskúlingini.
  • Bæði lærarar og foreldur hava stóra ávirkan á, hvussu næmingurin upplivir lesingina, og hvussu hann/hon klárar seg.
  • Næmingurin skal gerast medvitin um, hvussu hann/hon kann gera framstig.
Við støði í tilfarinum verður komið inn á ymisk hugtøk, m.a. lesimenning, ljóðmeginreglur, lesisnildir, flótandi lesing, tær frálíku fýra og førleikamál eftir 2. flokk. Greitt verður eisini frá, hvussu hugsað verður, at tilfarið skal brúkast, og hvussu undirvísingin kann skipast.

Skeiðssnið
Framløgur, bólkaarbeiði og kjak.

Málbólkur: 
Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í innskúlingini.

Undirvísing/lærari: 
Marianna Skarðenni Poulsen, rithøvundur, lærari og lesivegleiðari

Boð: luttakararnir skulu hava bókaheildina við, lesibókina, arbeiðsbøkurnar og læraravegleiðingina, og lesa um snildirnar á síðu 20-28 og 33 (niðast)-36.

Kann vera fyrimunur at hava teldu við.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
11. sep. 2023 kl. 09.00-15.00