Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-634
Teams í Office 365
- Teams sum samstarvs-, samskiftis- og undirvísingaramboð
Endamál: At luttakararnir síggja møguleikarnar, sum liggja í Teams, og kenna seg tryggar at nýta Teams sum amboð í sambandi við undirvísing og samskifti í sínum gerandisdegi.
 
Innihald: Vit fara í dýpdina við Teams. Vit hyggja at møguleikunum í Teams í sambandi við samstarv og samskifti, og hvussu lærarar og onnur í skúlunum kunnu fáa gagn av hesum. Eisini hyggja vit at, hvussu næmingar kunnu nýta Teams í sambandi við uppgávuinnlating og annað arbeiði. 
 
Skeiðssnið: Skeiðið er býtt ímillum fyrilestrar, verkstovur og samstarv í smærri bólkum. 
 
Málbólkur: Skeiðið er ætlað øllum lærarum, men er eisini viðkomandi fyri øll, sum fáast við samskifti og samstarv í gerandisdegnum.   
 
Førleikakrøv: Grundleggjandi KT-førleikar og jaligan hugburð at læra nýggj amboð at nýta í undirvísingarhøpi.
 
Fyrireiking: Tað er gagnligt fyri luttakaran, um hann áðrenn skeiðið heilt stutt hevur hugt at forritinum Teams, so tað ikki er heilt fremmant, tá skeiðið byrjar. 
 
Undirvísing: Heini Nygaard og Tóri Slættalíð, ráðgevar í Námi 

Tilfar at hava við: Luttakarin verður biðin um at hava egna teldu við. Tað er er fyrimunur (men ikki eitt krav) fyri luttakaran, um hann hevur lagt Teams sum forrit á telduna frammanundan. 

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
04. okt. 2018 kl. 09.00-15.00