Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-16
Sansalig og mentanarlig tekning
Endamál:
At geva lærarum kunnleika og vitan um sansaliga og mentanarliga tekning.
Innihald:
Greitt verður frá anatomi og søgu um andlitsmyndamentan úr ymiskum heimspørtum, og arbeitt verður við greiðum og einføldum grundleggjandi teknivenjingum. Vit royna ymiskar alternativar tekniteknikkir á ymiskt teknitilfar og kanna, hvussu tekning kann nýtast tvørfakligt. Ítøkilig dømi, hugskot og gransking um list og mentan sum heilsufremjan verða løgd fram, og skeiðsluttakararnir fáa høvi at styrkja tekniførleikarnar við sjálvstøðugum arbeiði og leiðbeining frá skeiðshaldara.
Skeiðssnið:
Verkstovan er samansett av smærri framløgum, sjálvstøðugum arbeiði og uppgávum.
Amboð og tilfar, sum vit brúka í arbeiðinum, stendur klár frá byrjan t.e. pappír tekniblýantar, teknikrit, kol, teknileir, vatnlitir o.a.
Tilfarið, sum verður nýtt á skeiðnum, er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
* Skeiði stendur væl í sær sjálvum, men er fyrri partur av 2 daga skeiði.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í handverki og list.
Undirvísing/lærari: Edith Mørkøre og Pernille Mejslov
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Skúlin við Løgmannabreyt
28. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
28. sep. 2022 kl. 09.00-15.00