Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1920-005
Karmar
Manngjørda umhvørvið - arkitekturur
Endamál:
Innihald: Skeiðið tekur støði í hugtakinum ?Arkitekturur?. Vanliga fatanin av ?arkitekturi? er, at tað er elitert, dýrt, at tað eigur lítlan ella ongan lut í okkara gerandisdegi ? óviðkomandi fyri fólk flest. Skeiðið fer at breiða hugtakið arkitektur út yvir alt manngjørt og at eggja til, at luttakararnir sjálvir eygleyða og hugsa um okkara manngjørda umhvørvi.
- At menna tilvitið um manngjørda umhvørvið, úti og inni, í smáum sum í stórum.
- At menna tilvitið um, hvussu umhvørvið ávirkar okkara lív og okkara virki.
- At síggja manngjørda umhvørvið sum úrslit av avgerðum og raðfestingum hjá ymiskum leikarum í samfelagnum, eisini hjá einum sjálvum.
- At fjølbroytnið í manngjørda umhvørvinum kann nýtast sum íkast í undirvísing í einstøkum lærugreinum eins og í tvørgreinaligum arbeiði.
Innihald: Skeiðið tekur støði í hugtakinum ?Arkitekturur?. Vanliga fatanin av ?arkitekturi? er, at tað er elitert, dýrt, at tað eigur lítlan ella ongan lut í okkara gerandisdegi ? óviðkomandi fyri fólk flest. Skeiðið fer at breiða hugtakið arkitektur út yvir alt manngjørt og at eggja til, at luttakararnir sjálvir eygleyða og hugsa um okkara manngjørda umhvørvi.
Skeiðssnið: Fyrilestur, eygleiðing í útvaldum umhvørvi, bólkaarbeiði/ verkætlanararbeiði, framløga/kjak.
Málbólkur: Lærarar í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlum Viðkomandi lærugreinar kunnu vera søga og samtíð, handverk og list og heimstaðarlæra og annars er skeiðið fyri øll, sum hava áhuga fyri, hvussu okkara fysiska umhvørvi er skapað, sum tað er.
Undirvísing/lærari: Ole Jensen, arkitektur, Bárður í Baianstovu, arkitektur.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
14. apr. 2020 - 15. apr. 2020 kl. 09.00-15.00
14. apr. 2020 - 15. apr. 2020 kl. 09.00-15.00