Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-21
Fá fatur á bókmentunum
- lesihugur og skrivigleði

Endamál:
At geva lærarum hugskot og íblástur til skapandi og fjølbroytta bókmentaundirvísing. 

Innihald:
Við støði í bókunum Grib Litteraturen 1+2 og einari komandi útgávu, ið hevur fokus á samanberingar millum tekstir, fært tú ítøkilig uppskot til, hvussu bókmentaundirvísing og tekstarbeiði kunnu gerast bæði stuttlig, lærurík og fjølbroytt fyri næmingarnar. Á skeiðinum skalt tú royna ymisk bókmentalig amboð, og tú fært eina rúgvu av ítøkiligum hugskotum, sum kunnu nýtast beinleiðis í tíni undirvísing. Samstundis fært tú hugskot til at økja um skrivigleði hjá næmingunum. Eisini fært tú uppskot til evnisligar lærugongdir, ið kunnu styrkja arbeiðið við bókmentagleði, differentiering og frásjónargerð.

Málbólkur:
Lærarar í donskum í hádeild fólkaskúlans

Undirvísari:
Jan Frydensbjerg, rithøvundur, lærari og lærugreinaráðgevi á VIA CFU

Mál:
Undirvíst verður á donskum máli


Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
25. sep. 2025 kl. 09.00-15.00
26. sep. 2025 kl. 09.00-15.00