Nr. 2425-39
Endamál:
At greina og undirvísa í nýggjari myndabókmentum.
Innihald:
Síðstu 20 árini eru bókmentir vorðnar alt meiri visuellar. Kortini hava hugtøk og arbeiðshættir verið stýrd av eini klassiskari skriftmálsligari bókmentafatan. Myndabøkur eru nakað í sjálvum sær og ikki bara eitt uppískoyti til "veruligar bókmentir", og tí er neyðugt at læra at lesa hesar.
Tað er ikki bara nøgdin av myndum í bókmentum, sum er økt, men eisini heitini: grafiskar bókmentir, myndabøkur, margháttaðir tekstir o.s.fr. Tí verður hugt eftir, hvussu myndabókmentir siga frá.
Á skeiðinum fer Marianna Eskebæk við dømum at vísa, hvussu visuellar kodur og onnur myndamálslig úttrykk eru við til at siga søguna. Haraftrat fer hon at koma við didaktiskum hugskotum um, hvussu vit kunnu undirvísa í myndabókmentum.
Skeiðssnið:
Framløgur og venjingar.
Málbólkur:
Lærarar í føroyskum og donskum í miðdeild og hádeild.
Skeiðshaldari:
Marianne Eskebæk Larsen, lektari og konsulentur á námsfrøðiútbúgvingini á KP og knýtt at Nationalt Videncenter for Læsning. Marianne situr í dómsnevndini fyri barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og gav í 2022 út bókina Bogen om billedlitteratur.
Mál:
Undirvíst verður á donskum máli.