Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-32
MitCFU
Endamál:
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum innlit í rúgvismikla tilfarið í MitCFU og leiðbeining í, hvussu skipanin virkar.

Innihald:
Greitt verður frá MitCFU-skipanini, bæði innihaldi og tøkniligum møguleikum.

Tilfar:
  • Bøkur, flokssett og ljóðbøkur
  • Filmar og sjónvarpssendingar 
  • Námsfrøðiligar viðmerkingar og undirvísingargongdir
  • Annað tilfar
Tøkniligir møguleikar:
  • Lærari
  • Næmingur
Til ber at tillaga innihaldið eftir ítøkiligu luttakarunum og eftir ynskjum frá skúlanum.

Arbeiðshættir:
Byrjað verður við framløgu, og síðan kunnu luttakararnir royna skipanina sjálv.

Tíð:
Umleið 2 tímar, kann tillagast eftir avtalu.

Málbólkur.
Starvsfólk og leiðslur í skúlunum, sum hava áhuga í MitCFU

Skeiðshaldari:
Lis í Jákupsstovu, skúlabókavørður

Tilmelding:
Skúlin setir seg í samband við Nám á skeid@nam.fo, um áhugi er fyri einum skeiði á skúlanum.

Lektiónir: 2