Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-51
Harðskapsfatan og arbeiði við harðskapsraktum
Endamál
At menna førleikarnar at skilja og stuðla fólkum, sum hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum. 

Innihald
Tú fært innlit í ástøði um, hvat harðskapur ger við eitt menniskja, bæði tá ið talan er um stutt- og langtíðarárin. Eisini verður hugt at teknum um harðskap, og hvørjum tú sum fakfólk skalt geva gætur. Somuleiðis fært tú ítøkilig amboð at brúka í samrøðum um harðskap, eitt nú við at brúka psykoedukation og aðrar samrøðuteknikkir.  

Arbeiðshættir  
Framløgur og venjingar.

Málbólkur
Lærarar og námsfrøðingar.

Skeiðshaldarar
Anne Zacho Møller og Karen Boesen, sum báðar undirvísa hjá Danner - kreppumiðstøð fyri harðskapsraktar kvinnur og møgulig børn.

Mál
Undirvíst verður á donskum máli.

Annað
Skeiðið er partur av heildarætlanini Harðskapur í parløgum og nærsambondum 2023-2028.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
20. nov. 2024 kl. 09.00-15.00