Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-10
Rørsla í undirvísingini
- Fakligt innlit, íblástur og amboð
Endamál:
At geva lærarum fakliga vitan, íblástur og innleiðslu í at arbeiða við rørslu sum dagligan part av undirvísingini. Hetta bæði við fakligum venjingum og sokallaðum "hugaskáum", sum eru rørslusteðgir.

Innihald:  
1. partur er ástøðiligur, og støði verður tikið í vísindaligum grundgevingum fyri at hava rørslu sum ein part av skúladegnum. 
2. partur er verkligur, og tú fært innlit í frálærufrøðiliga amboðið "Rørslublóman". Rørslublóman er eitt amboð, sum gevur yvirlit yvir ymiskar hættir at arbeiða við rørslu sum part av dagligu undirvísingini. Tú fært innlit í, hvussu og nær ymisk rørsluspøl ella venjingar kunnu brúkast við ymiskum endamálum. Á skeiðnum fært tú ítøkilig hugskot og uppskot við heim, sum tú kanst brúka í størri ella minni mun. 

Skeiðssnið:
Fyrilestur, gjøgnumgongd av undirvísingaramboðum og dømi um ítøkiligar venjingar. Í seinna parti av skeiðnum sleppa skeiðsluttakarar at royna spøl og venjingar, og tí er gott, um tú ert klædd/ur til at røra teg. 

Málbólkur
Fólkaskúlalærarar

Undirvísing: 
- Dansk SkoleIdræt, www.skoleidraet.dk.
- Umboð frá ÍSF
- Umboð frá Fróðskaparsetrinum
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
14. sep. 2022 kl. 09.00-15.00