Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-66
Kom og les
- Innleiðsludagur
Endamál:
At kunna um átakið "Kom og les" úti á skúlunum
Innihald:
Hetta er innleiðsludagurin til átakið "Kom og les", ið Nám saman við átakinum "Føroyar lesa" samskipa skúlaárið 2021/22.
Átakið fevnir um trý skeið úti á skúlunum:
- Orð um minuttin - vit venja lesiferðina (skeið í 3 vikur, 1/9 - 9/10-2021).
- Góðir lesivanar - vit leggja dent á, at næmingarnir ogna sær góðar lesivanar (skeið í 5 vikur, 18/10 -26/11- 2021).
- At lesa bøkur - vit menna hugin og áhaldni við at lesa bøkur (skeið í 4 vikur, 10/1 - 8/4 -22).
Endamálið við átakinum er at styrkja og menna lesingina, soleiðis at næmingar gerast tryggir og støðufastir lesarar. Væntað verður, at luttakandi flokkar melda seg til í minsta lagi tvey av skeiðunum.
Málbólkur: Lærarar í 3. og 4. flokki helst saman við lesivegleiðara.
Lærugrein: Føroyskt.
Lesiátakið skal vera partur av vanligu undirvísingini í flokkinum og natúrligur partur av ársætlanini.
Tilmelding: Áhugaðir lærarar skulu melda sín flokk til hjá emmy@nam.fo í seinasta lagi 25. juni 2021.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Skúlin við Løkin, Runavík, Løkshøll
23. aug. 2021 kl. 09.00-15.00
23. aug. 2021 kl. 09.00-15.00