Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-11
Útgávuheildin Støddfrøði 7.-8. fl.

Endamál:
At kunna um tilfarið í útgávuheildini í Støddfrøði 7.-8. fl.

Innihald:
Stutt viðgerð av ástøðiligari hugsan aftan fyri undirvísingartilfarið í útgávuheildini, og hvussu tað byggir á stigvísa framtøku. Greitt verður frá samanhanginum í tilfarinum sum heild, og hvar og hvussu tað er atkomiligt. Dentur verður lagdur á, hvussu tilfarið er stigbýtt, og hvussu tað kann verða nýtt næmingalagað innan fyri karmarnar í flokkinum. Nøkur dømi verða sum praktiskt virksemi á skeiðinum. 

Skeiðssnið: 
Framløga og samrøður; royna okkurt virksemi.

Málbólkur: 
Støddfrøðilærarar í hádeild fólkaskúlans.

Fyrireiking: 
Fyrimunur, men ikki krav, at hava hugt í grundbøkurnar í Støddfrøði 7.-8. fl.

Undirvísing/lærari: 
Elin Henriksen, lærari

Skúlaskeið:
Til ber eisini at fáa skeið í útgávuheildunum Rokning og Støddfrøði hildið úti á skúlunum við at venda sær til Nám.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
09. sep. 2024 kl. 09.00-15.00