Nr. 2526-10
Endamál:
Skeiðið hevur sum endamál at geva lærarum vitan og íblástur til at brúka fjøruna í undirvísingini.
Innihald:
Fyrsti partur av skeiðum verður ástøðiligur, síðani verður farið oman í fjøruna at rannsaka, taka myndir við snildfon og práta um djóra- og plantulívið á staðnum. Eisini verður ein partur av skeiðnum í hølum Tjóðsavnsins í Kaldbak.
Skeiðssnið:
Framløga, prát og verkligar uppgávur.
Málbólkur:
Lívfrøðilærarar í hádeild og á miðnámi
Undirvísing/lærari:
Jan Sørensen, savnsvørður í sjódjóradeildini á Tjóðsavninum
Stað: Tjóðsavnið í Kaldbak
05. sep. 2025 kl. 09.00-15.00