Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-45
Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróðu
- at læra at granska
Endamál:
At kunna um arbeiðsháttin hjá Vitanarfróðu og at geva lærarum íblástur og góð ráð til at eggja næmingunum til undran og til at finna góðar spurningar, sum tað ber til at granska í.
Innihald:
Nysgjerrigper (Vitanarfróðu) er eitt átak hjá norska granskingarráðnum, sum byrjaði í 1990. Arbeiðshátturin tekur støði í næmingunum og teirra íbornu og natúrligu undran. Lærarar fáa íblástur til egna undirvísing við ítøkiligum dømum um verkligar royndir at brúka í flokkinum.
Skeiðssnið:
Fyrilestur um arbeiðsháttin og verkligar royndir í bólkum.
Málbólkur:
Lærarar fólkaskúlans. Tvørgreinaligur arbeiðsháttur, ið kann brúkast í øllum flokkum.
Undirvísing:
Frode Skjold, lærari og umboð fyri norska átakið Nysgjerrigper.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
15. nov. 2022 kl. 09.00-15.00
15. nov. 2022 kl. 09.00-15.00