Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2021-33
Barna- og mannarættindi í gerandisdegnum og á netinum
Endamál:
At geva lærarum vitan, førleikar og hugskot at taka barna- og mannarættindi við í undirvísingina og í flokshølið. Harumframt at geva lærarum innlit í mannarættindi, mannarættindabrot og ábyrgd á netinum.
Innihald:
Denturin verður á skeiðnum lagdur á, at vit hava rættindi við ábyrgd - bæði í "veruliga" lívinum og á alnótini.
Á skeiðnum fáa lærarar:
- vitan um barna- og mannarættindi
- førleikar, íblástur og tilfar at taka mannarættindi við í undirvísingina og í flokshølið
- innlit í mannarættindi, mannarættindabrot og ábyrgd á internetinum
- amboð at tryggja, at barna- og mannarættindi verða við til at fremja inklusjón, innliving, hjálpsemi, trivnað og ábyrgdarkenslu, umframt amboð at basa happing og útihýsing - bæði í gerandisdegnum og á netinum.
Í tilfarinum, sum skeiðsluttakararnir fáa, eru ítøkilig hugskot um, hvussu barna- og mannarættindi kunnu brúkast í undirvísingini í ymisku lærugreinunum. Tilfarið er tillagað ymsu námsætlanunum til hvørja lærugrein.
Skeiðsnið: Framløga, orðaskifti og samstarv
Málbólkur: Fólkaskúlalærarar
Undirvísarar:
Michel Benz, Ma. í International Development Studies og samskifti, leiðari fyri undirvísing í mannarættindum í Amnesty Danmark
Heini í Skorini, Ph.D. í altjóða politikki, undirvísir í mannarættindum á Fróðskaparsetri Føroya
Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata
Heini í Skorini, Ph.D. í altjóða politikki, undirvísir í mannarættindum á Fróðskaparsetri Føroya
Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
14. jan. 2021 kl. 09.00-15.00
14. jan. 2021 kl. 09.00-15.00