Nr. 2627-18
Endamál:
At styrkja talfatanina hjá næmingum í innskúlingini og geva lærarum praktisk amboð at arbeiða við talfatan í støddfrøðiundirvísingini.
Innihald:
Skeiðið gevur stutta innleiðing í, hví talfatan er grundleggjandi í støddfrøði. Luttakarar læra um fýra høvuðsbólkar av tølum: Teljitøl, raðtøl, navnatøl og mongdir. Vit arbeiða við háttum, ið styrkja talfatan hjá næmingum, og hyggja at, hvussu ein kann stuðla næmingum við veikari talfatan.
Skeiðið er praktiskt, har luttakarar royna aktivitetir úr innskúlingini og síðani hava fakliga samrøðu um royndirnar.
Málbólkur:
Skeiðið er serliga ætlað støddfrøðilærarum í grunddeild, men er eisini viðkomandi fyri støddfrøðilærarar í miðdeild.
Undirvísing/lærari:
Sólrun Koivuneva, lærari og støddfrøðisvegleiðari