Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-29
Kanningarsavnið
- lýsing og innleiðsla í tilfarið
Endamál:
At geva orðblindalærarum, lesivegleiðarum, serlærarum og starvsfólki á serøkinum innlit í, hvussu Kanningarsavnið verður nýtt.
 
Innihald:
Samband er millum málsligar trupulleikar og lesitrupulleikar. Við tilfarinum, Kanningarsavnið, fáa lærarar og starvsfólk á serøkinum amboð at síggja nakrar av hesum trupulleikum so teir kunnu leggja undirvísingina til rættis samsvarandi. Tilfarið kann brúkast bæði til næmingin, sum stríðist við lesingina/skrivingina og næmingin, ið hevur serstakan tørv.
 
Kanningarsavnið fevnir um minniskanningar, málsligar kanningar, ljóðskipanarligar kanningar, formlæruligar kanningar og at kenna orð aftur. Greitt verður frá, hvussu tilfarið er ætlað at verða brúkt, og høvi verður at royna partar av tilfarinum.
 
Skeiðssnið:
Framløgur og bólkaarbeiði
 
Málbólkur:
Orðblindalærarar, lesivegleiðarar, serlærarar og lærarar, ið eru knýttir at førleikastovum. Skeiðið er eisini viðkomandi fyri starvsfólk á serøkinum.
 
Skeiðssnið:
Framløgur og bólkaarbeiði.
 
Undirvísing:
Liljan Thomsen og Mona Nattestad Steintún

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
28. okt. 2022 kl. 09.00-15.00