Nr. 2526-42
Endamál:
Við fuglum sum myndevni at læra grundleggjandi ástøði og arbeiðshættir á ein positivan og ítøkiligan hátt í handaverki og list.
Innihald:
Luttakarar royna ymiskar arbeiðshættir innan myndlist og smíð og fáa ítøkiligar undirvísingargongdir. Háttalagið er einfalt, skipað sum verkstaðsundirvísing, har tey luttakandi velja tað, tey vilja royna.
Tú lærir m.a.:
- at arbeiða við ymiskum teknikkum innan blýant, litblýant, máling og oljukrit
- hvussu tú lærir børn at eygleiða og at tekna, so tað líkist
- hvussu myndlist og smíð kann gerast partur av tvørgreinaligari undirvísingargongd
- at arbeiða við tunnum krossviði og leyvsag
- hvussu tú kanst læra næmingar at brúka leyvsag og viðlíkahalda leyvsagina.
Skeiðssnið:
Framløgur, ítøkiligt arbeiði og kjak. Skeiðið fevnir um tveir dagar, har seinni dagurin framhald, men kann eisini virka sum eitt sjálvstøðugt skeið. Ikki er neyðugt at luttaka báðar dagarnar.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í myndlist, smíð, náttúru og tøkni og lívfrøði, og tey, ið sakna íblástur til skapandi arbeiði.
Undirvísing:
Heini Nygaard og Henny Dánialsdóttir, lærarar í handaverki og list og ráðgevar í Námi.
At hava við:
Tit fáa tilfar á skeiðinum, men tit mugu gjarna taka egnar blýantar, litblýantar o.a. við, um tit hava hug til tað.
24. mar. 2026 kl. 09.00-15.00