Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1920-021
Liv við og í náttúruni
Endamál: At menna førleikan hjá lærarum at arbeiða í og við náttúruni.
Stað: Nám og náttúran.
Innihald: Meginparturin av skeiðinum verður uttandura. Tríggjar ferðir 8 lektiónir eru avsettar til skeiðið, og verða allar ikki í vanligari Nám-skeiðstíð (kl. 9-15). Nágreinilig tíðar-/staðarætlan verður send skeiðsluttakarum, tá skeiðið nærkast.
Lærarar vera við í hesum virksemi:
1. partur: At ferðast trygt í náttúruni. Hvørji atlit verða tikin, tá náttúran verður nýtt sum "spælipláss"? Klæði, skógvar, matur, veður, trygdarútgerð og fyrstahjálp.
2. partur: At leggja útferðir til rættis. Hvat er áhugavert? Hvussu langir teinar?
3. partur: At sova í náttúruni ? summar og vetur. Hvussu verður hetta gjørt undir tryggum kørmum?
4. partur: Sjógvurin sum spælipláss. Kaving/snorkling, báts- ella kajakkróður, svimjing. Serligur dentur verður lagdur á trygd á sjónum.
Málbólkur: Lærarar í fólka- og miðnámsskúlum.
Undirvísing: Hans Mikkelsen, miðnámsskúlalærari, Evald Rasmussen, NámX lærari og Ólavur Thomsen, skúlastjóri.
Lektiónir: 24
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
23. sep. 2019 - 25. sep. 2019 kl. 09.00-17.00
23. sep. 2019 - 25. sep. 2019 kl. 09.00-17.00