Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-19
Íblástur til religiónsundirvísingina
Endamál:
At geva lærarum fakligan og didaktiskan íblástur til religiónsundirvísingina 

Innihald:
Skráin umfatar ymsar framløgur, sum taka støði í tíðarbærum avbjóðingum/trupulleikum í lærugreinini. Komið verður inn á fakligan og didaktiskan íblástur til undirvísingina. Dentur verður m.a. lagdur á tekst- og keldulesing og evnisgrundaða undirvísing tvørtur um ymsar átrúnaðar. Eisini verður komið inn á royndir og íblástur frá religión á C- og B-stigi í miðnámsskúlanum í Danmark. Avbjóðingar við vitlíki og skriving í religión og nýtslu av átrúnaðarligum lutum í undirvísingarsamanhangi verða eisini viðgjørdar.

Arbeiðshættir:
Framløga, kjak og verkstovur við venjingum.

Málbólkur:
Lærarar í religión á miðnámi

Undirvísari:
Thomas Ørneborg Thomsen, lærugreinaráðgevi í religión

Mál:
Undirvíst verður á donskum máli 

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. sep. 2025 kl. 08.00-15.00