Endamálið við úrvalsbrúkaradegnum er at styrkja samskiftið og samstarvið millum Nám og Kt-vørðar og onnur, sum virka sum úrvalsbrúkarar úti á skúlunum.
Høvuðsevnið á degnum verður Vitlíki (AI), sum er háaktuelt, og hevur fylt nógv í kjakinum seinasta árið. Hugt verður at, hvussu vitlíki virkar og hvørjir møguleikar og avbjóðingar eru við vitlíki í skúlahøpi.
Á degnum kunna kt-ráðgevar á Námi eisini um ymiskt á kt-økinum. Luttakarar fáa eisini møguleika at at geva afturboðanir til kt-ráðgevarnar.
Skráin fyri úrvalsbrúkaradagin kemur seinni.
Tað er ikki avgjørt enn, hvar dagurin verður hildin. Nærri kunning um hetta kemur seinni.