Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-25
Starvsstovuroyndir í lívfrøði
Endamál:
At geva lærarum møguleika at læra um praktiskar royndir, sum kunnu økja um næmingaluttøku og læriúrtøku í lívfrøði. 
 
Innihald:
  • innleiðing og ástøðiligt grundarlag - hvussu royndir kunnu styrkja undirvísingina 
  • praktiskar starvsstovuroyndir - frá einføldum til meira framkomin háttaløg
  • hvussu kann starvsstovuarbeiði nýtast í skúlastovuni? - didaktiskar tilgongdir 
  • samrøður, spurningar og samanumtøka.
Vit taka útgangsstøði í nýggja lívfrøðitilfarinum, sum er at finna á livfrodi.portal.nam.fo
 
Arbeiðshættir:
Skeiðið verður skipað við bæði framløgum og praktiskum royndum, har lærarar fáa høvi til at royna ymsar arbeiðshættir, sum kunnu brúkast í undirvísingini. 
 
Málbólkur:
Lærarar í lívfrøði í hádeild
 
Stað:
Lívfrøðihølið í Skúlanum á Fløtum

Undirvísarar: 
Petur Mohr Samuelsen og Fríða Eysturoy, lærarar

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Skeiðsstað verður upplýst seinni
08. okt. 2025 kl. 09.00-15.00