Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-12
SSP-skeið 2
Endamál:
At hjálpa og styrkja leiklutin sum SSP-lærari úti í føroysku fólkaskúlunum, soleiðis at lærarar eru tryggir við og hava røttu amboðini til at styrkja trivnaðin millum børn og ung, sum liður í at fyribyrgja vandafaktorar og skaðandi atburð.

Innihald:
Sum víðari liður í SSP-grundskeiðnum fara vit á hesum skeiðnum heilt niður í, hvussu komandi SSP-ár sær út, og hvussu arbeiðast kann ítøkiliga við SSP í gerandisdegnum á skúlanum.
Tú lærir m.a.:
  • Hvørjar arbeiðsuppgávur ein SSP-lærari hevur.
  • Nýggjastu vitanina innan fyribyrging.
  • Hvussu tú ítøkiliga kann arbeiða við SSP á tínum skúla.
  • Hvat fyri tilfar kann nýtast.
  • Hvat aðrir SSP-lærarar gera.
Arbeiðshættir:
Framløgur, bólkaarbeiði, samstarv og ítøkiligt arbeiði við uppgávum.

Málbólkur:
SSP-lærarar.

Førleikakrøv:
SSP-lærarar, ið hava luttikið á SSP-grundskeið í 2022/2023.

Fyrireiking:
Tit eru vælkomin at kunna tykkum á www.ssp.fo um tilfar, rættargangslógina, fráboðanarskyldu og uppgávurnar hjá einum SSP-lærara.

Skeiðshaldari: SSP-ráðgevingin


Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
10. sep. 2024 kl. 09.00-15.00